Barnahúsið IMBA søkir eftir starvsfólki
Barnahúsið IMBA søkir eftir starvsfólki
Í barnahúsinum IMBA hava vit børn í vøggustovu, smábarnastovu, barnagarði, skúlabólki og frítíðarskúla.
Størvini, ið vit søkja eftir eru:
• Einum námsfrøðingi til 33 tíma viku í Vøggustovuna , at byrja 7. august 2023, um eingin námsfrøðingur søkir verður hjálparfólk sett tíðaravmarkað í eitt ár. Sí starvsstaður.
• Einum námsfrøðingi til 20 tíma viku, í frítíðarskúlan , at byrja 14. august 2023. Sí starvsstaður, um eingin námsfrøðingur søkir verður hjálparfólk sett tíðaravmarkað í eitt ár. Sí starvsstaður.
Hesi tvey størvini eru endurlýsing:
• Einum námsfrøðingi til 36 tíma viku, í barnagarðsstovuna , at byrja 07. august 2023, um eingin námsfrøðingur søkir verður hjálparfólk sett tíðaravmarkað í eitt ár. Sí starvsstaður.
• Einum námsfrøðingi til 35 tíma viku, , í smábarnastovuna, at byrja 07. august 2023. Um eingin námsfrøðingur
søkir verður hjálparfólk sett tíðaravmarkað í eitt ár. Sí starvsstaður.
Søkt verður eftir starvsfólki, sum:
• Hevur mildleika, virðing, nærlagni og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgum.
• Er jaligt, tekur ábyrgd og hevur góð samstarvsevni.
• Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan, mennandi, tryggan og stuttligan gerandisdag saman við børnunum.
• Er sjálvstøðugt, álítandi og nærverandi.
• Sær møguleikar fram um forðingar.
Fysisku karmarnir, ið vit hava eru:
Ein stovn við góðum innandura og uttandura spæliplássi.
Ein stovn, sum liggur mitt í náttúruøki, beint millum haga, fjøru og fótbóltsvøll.
Setanarviðurskifti:
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Starvsstaður er Barnahúsið IMBA:
Tann, ið settur verður, skal kunna starvast við øllum børnunum á stovninum, og um stovnurin og/ella leiðslan hava tørv á tí, má starvsfólkið kunna flyta ímillum stovurnar ella flyta stovu. Eisini hoyrir ymiskt praktiskt arbeiði við til starvið.
Umsókn við prógvi og møguligum viðmælum/royndum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 03. juli 2023,
kl. 12:00.
Umsóknin skal sendast til teldupost: barn@hvannasund.fo Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til
leiðaran.
Vinarliga, Ingrið Fuglø, leiðari í Barnahúsinum Imba, tlf. 735891