Barnahúsið IMBA søkir eftir starvsfólki

20. sep 2023

Í barnahúsinum IMBA hava vit børn í vøggustovu, barnagarði og frítíðarskúla.

Størvini, ið vit søkja eftir eru:
• Endurlýsing námsfrøðing til 35 tíma viku, í barnagarðsstovu, at byrja 16. oktober 2023, um eingin námsfrøðingur søkir verður hjálparfólk sett í eitt ár. Sí starvsstaður. Um tímarnir eru ov nógvir ella ov fáair kunnu vit hyggja uppá tað.

• Endurlýsing námsfrøðing til 34 tíma viku, í barnagarðsstovu, børn 3 og 4 ár, at byrja 16. oktober 2023. Um eingin námsfrøðingur søkir verður hjálparfólk sett í eitt ár. Sí starvsstaður. Um tímarnir eru ov nógvir ella ov fáair kunnu vit hyggja uppá tað.

• Endurlýsing námsfrøðing til 35 tíma viku, í vøggustovu, at byrja 16. oktober 2023, um eingin námsfrøðingur søkir verður hjálparfólk sett í eitt ár. Sí starvsstaður. Um tímarnir eru ov nógvir ella ov fáair kunnu vit hyggja uppá tað.

• Námsfrøðing til 26 tíma viku, í frítíðarskúla, at byrja 16. oktober 2023, tímarnir liggja frá áleið 11.15 til allan seinnapartin. Um eingin námsfrøðingur søkir verður hjálparfólk sett í eitt ár. Sí starvsstaður.

Søkt verður eftir starvsfólki, sum:
• Hevur mildleika, virðing, nærlagni og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgum.
• Er jaligt, tekur ábyrgd og hevur góð samstarvsevni.
• Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan, mennandi, tryggan og stuttligan gerandisdag saman við børnunum.
• Er sjálvstøðugt, álítandi og nærverandi.
• Sær møguleikar fram um forðingar.

Fysisku karmarnir, ið vit hava eru:
Ein stovn við góðum innandura og uttandura spæliplássi. Ein stovn, sum liggur mitt í náttúruøki, beint millum haga, fjøru og fótbóltsvøll.

Setanarviðurskifti:
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Starvsstaður er Barnahúsið IMBA:
Tann, ið settur verður, skal kunna starvast við øllum børnunum á stovninum, og um stovnurin og/ella leiðslan hava tørv á tí, má starvsfólkið kunna flyta ímillum stovurnar ella flyta stovu. Eisini hoyrir ymiskt praktiskt arbeiði við til starvið.

Umsókn við prógvi og møguligum viðmælum/royndum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi leygardagin 07. oktober 2023, kl. 12:00.

Umsóknin skal sendast til teldupost: barn@hvannasund.fo
Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til leiðaran.
Vinarliga, Ingrið Fuglø, leiðari í Barnahúsinum Imba, tlf. 735891

www.imba.fo 

Seinastu tíðindi

Skrivstovu­fólk til Hvannasunds kommunu
30. apr 2025
Leysir hundar
28. apr 2025
Tíðindaskriv - kvøld- og frítíðarundirvísingin Skúlin á Fossánesi 2025
24. apr 2025
Kunning - IRF
17. apr 2025
Skrivstovan stongd
14. apr 2025
Learn Faroese with FSA – Starting August 2025!
09. apr 2025
Kunngerð um broyting í byggisamtykt - Øki B, Hvannasund
19. mar 2025
Kunning - IRF
19. mar 2025
Hevur tú ongan posa eftir?
10. mar 2025
Ruskplássið opið tann 08.03.25 frá kl. 15:00-17:00
07. mar 2025