Starvsfólk til Barnahúsið Imba

14. mar 2024

Barnahúsið IMBA

Brennur tú fyri góða, stuttliga, mennandi ávirkan á lívið hjá børnum!

Barnahúsið IMBA søkir eftir námsfrøðingum ella hjálparfólki, at byrja í starvi 08.04.2024, ella eftir nærri avtalu.
Til vøggustovurnar Lítlidalur og Áardalur 1 starvsfólk til 26 tíma viku og 3 starvsfólk til 33 tíma viku

Ein tími fyrireikingartíð um vikuna er til størvini.

Eitt av mongu arbeiðsamboðunum Barnahúsið Imba brúkar er arbeiðsamboði betri vinir.

Søkt verður eftir starvsfólki, sum:
• Hevur mildleika, tolsemi, virðing, nærlagni og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgum.
• Er jaligt, tekur ábyrgd og hevur góð samstarvsevni.
• Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan, mennandi, tryggan og stuttligan gerandisdag saman við børnunum.
• Er sjálvstøðugt, álítandi og nærverandi.
• Sær møguleikar í gerandisdegnum á og útfrá dagstovninum.

Fysisku karmarnir, ið vit hava eru:
Ein stovn við góðum innandura og uttandura spæliplássi. Ein stovn, sum liggur mitt í náttúruøki, beint millum haga, fjøru og fótbóltsvøll.

Setanarviðurskifti:
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Starvsstaður er Barnahúsið IMBA, Barnahúsið Imba er dagstovnur hjá Hvannasunds kommunu. Tann, ið settur verður, skal kunna starvast við øllum børnunum á stovninum, og um stovnurin og/ella leiðslan hava tørv á tí, má starvsfólkið kunna flyta ímillum stovurnar ella flyta stovu. Eisini hoyrir ymiskt praktiskt arbeiði við til starvið.

Umsókn við prógvi og møguligum viðmælum/royndum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 27. mars 2024, kl. 12:00.
Umsóknin skal sendast til teldupost: barn@hvannasund.fo  Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til leiðaran.
Vinarliga, Ingrið Fuglø, leiðari í Barnahúsinum Imba, tlf. 735891

Seinastu tíðindi

Skrivstovu­fólk til Hvannasunds kommunu
30. apr 2025
Leysir hundar
28. apr 2025
Tíðindaskriv - kvøld- og frítíðarundirvísingin Skúlin á Fossánesi 2025
24. apr 2025
Kunning - IRF
17. apr 2025
Skrivstovan stongd
14. apr 2025
Learn Faroese with FSA – Starting August 2025!
09. apr 2025
Kunngerð um broyting í byggisamtykt - Øki B, Hvannasund
19. mar 2025
Kunning - IRF
19. mar 2025
Hevur tú ongan posa eftir?
10. mar 2025
Ruskplássið opið tann 08.03.25 frá kl. 15:00-17:00
07. mar 2025