KUNNGERÐ - Kommunuval 2024

07. okt 2024

Hervið verður gjørt kunnugt, at atkvøðugreiðslan til kommunuvalið

týsdagin 12. november 2024

í Hvannasunds Kommunu verður í skúlanum á Fossánesi frá kl. 10.00 til kl. 20.00 ella so leingi, veljarar møta uttan steðg.

Brævatkvøður:

Sjófólk og onnur, sum ikki rokna við at vera heima valdagin, og veljarar sum eru burturstaddir uttanlands, kunnu greiða brævatkvøðu í fyrsta lagi 4 mánaðir áðrenn valdagin.

Í øðrum førum skal brævatkvøðan verða avgreidd í fyrsta lagi 1 viku áðrenn valdagin, tað er 5. november 2024, og í seinasta lagi 11. november 2024 við at venda sær til kommunuskrivstovuna, telefon 452007 ella 735899.

Heimaval:

Veljarar, ið vegna sjúku ella annað, ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu velja heima í seinasta lagi 11. november við at venda sær til kommunuskrivstovuna og boða frá hesum áðrenn kl. 14.00 mánadagin tann 11. november 2024.

Valkort:

Valkort skulu nýtast til valavgreiðsluna og verða send út við postinum til allar veljarar, ið standa á vallistanum. Um onkur, sum heldur seg hava atkvøðurætt, ikki hevur fingið valkort, ella okkurt annað er komið skeivt fyri, skal verða sagt kommunuskrivstovuni frá sum skjótast.

Minnist til at hava valkortið við á val.

 

Valnevndin fyri Hvannasunds Kommunu, 5. oktober  2024

Súsanna K. Christiansen, formaður

 

Seinastu tíðindi

Fráboðan um trygdarbrot
11. okt 2024
Frá Landsverki um asfalt­arbeiði á tunnilsvegnum
09. okt 2024
Grava fyri reinsiverki
08. okt 2024
Valevnislistar
07. okt 2024
KUNNGERÐ - Kommunuval 2024
07. okt 2024
Kommunukrivstovan er stongd hósdagin 3. oktober 2024
02. okt 2024
Almennur fundur um ferðavinnu
30. sep 2024
Bygda­ráð­sfundur 18.09.24 - útsettur til 25.09.24
18. sep 2024
Tilboð ynskist
02. sep 2024
Eldradagur á Toftum 14. september 2024
28. aug 2024