Valevnislistar

07. okt 2024

Valevnislistar mugu vera valnevndarformanninum ella kommununi  í hendi í seinasta lagi kl. 18.00

týsdagin 22. oktober 2024

Listin skal vera undirskrivaður av í minsta lagi 10 stillarum, og hjálagdur skal vera serligur listi yvir stillararnar, har teir eru skilliga lýstir við navni, starvi, bústaði og føðingardegi.

Ein listi kann hava færri og í mesta lagi 4 valevni fleiri enn tað samlaða talið av bygdaráðslimum, ið skulu verða valdir. Um henda treyt ikki verður hildin, skal listin verða lýstur ógildugur.

Valevnini skulu vera skilliga lýst við navni, starvi, bústaði og føðingardegi, so at eingin samanblanding við nakran annan valbæran persón stendst av. Er okkurt valevni ikki valbært, ella er tað so óskilliga lýst, at ivi kann vera um, hvønn valbæran persón sipað verður til, verður navn hansara strikað av listanum.

Valnevndin fyri Hvannasunds Kommunu, 5. oktober  2024

Súsanna K. Christiansen, formaður

 

Seinastu tíðindi

Leysir hundar
20. jan 2025
Barnahúsið IMBA søkir eftir starvs­fólki.
17. jan 2025
IRF - Rottangatøming í Hvannasunds kommunu
15. jan 2025
Reingerðar­fólk til Barnahúsið Imba
09. jan 2025
Nýggjársbál 2024
31. des 2024
75 ár sum sjálvstøðug kommuna
31. des 2024
Hvannasunds kommuna 75 ár
29. des 2024
Bóas og Kára vinnarar av teknikappingin
23. des 2024
Gleðilig jól
20. des 2024
Jól og nýggjár: Broytingar í innsavning­ini av húsarhaldsruski
20. des 2024