Starvslýsing - Frítíðarskúlin á Fossánesi
Ert tú okkara nýggi starvsfelagi?
Vit leita eftir einum námsfrøðingi, námfrøðiligumatstøðingi ella hjálparfólki til Frítíðarskúlan á Fossánesi á 23 tímar um vikuna, starvsbyrjan er 01.apríl 2025, og til juli 2026.
Frítíðarskúlin er staðsettur í skúlanum á Fossánesi í Norðdepli í Hvannasunds kommunu, beint við fjøru, haga, fótbóltsvøll og Fossá.
Eftir loknan skúladag, koma børnini í 1. 2. og 3. flokki í frítíðarskúla. Vit hava opið skúladagar frá kl 11:00 til 16:30, og verður arbeiðstíðin í hesum tíðarskeiðnum.
Ì frítíðarskúlanum ynskja vit starvsfólk, ið eru jalig, opin, erlig, virkin og fyrikomandi – og ið vilja virka fyri einum høgum fakligum støði, har náttúran verður nýtt sum ein týðandi partur. Tí er tað samstundis altavgerandi at tú sært fyrimunir framum vansar, og hevur tokka til útilív. Og megnar at seta teg inn í tørvin hjá einstaka barninum.
Í okkara arbeiði leggja vit stóran dent á viðurkennandi námsfrøði og nýta Betri Vinir sum arbeiðsamboð.
Frítíðarskúlin skal vera eitt mennandi, trygt og gott stað at vera. Tí vænta vit at tú ert:
· Sjónlig, jalig, virkin – og megnar at seta teg inní tørvin hjá einstaka barninum
· Ert álítandi, nærverandi og hevur nærlagni
· Megnar at virka í einum góðum samstarvi og samskifti við børn, starvsfelagar, foreldur og skúla
· Megnar í samstarvi við starvsfelagar at geva børnunum ein innihaldsríkan dag
· Samskipa virksemi á stovuni
· Ert sjálvstøðug/ur, nærverandi, álítandi og hevur yvirlit
· Tekur ábyrgd og møtir væl upp
Umsókn og setanartreytir
Lønar- og setanartreytirnar eru sambært sáttmálan millum KAF og Føroya Pedagogfelag. Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at ringja til Karolinu Ejlersdóttir Sørensen, leiðara á tlf 735896.
Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.
À heimasíðuni hjá Hvannasunds kommunu, undir Frítíðarskúlin á Fossánesi, kanst tú lesa meiri um virksemi og praktisk viðurskifti.
Vit gleða okkum at hoyra frá tær.
Umsókn saman við prógvi og viðmælum skal vera stovninum í hendi seinast fríggjadagin 21/2-2025, kl 12:00.
Umsóknin skal sendast við telduposti á: fritidarskuli@hvannasund.fo