Fyrilestur við Hanusi Kjølbro

18. feb 2025

Týskvøldið tann 25. februar verður ein áhugaverdur fyrilestur við Hanusi Kjølbro. Fyrilesturin verður hildin í kantinuni á skúlanum á Fossánesi og byrjar kl. 20. Hanus kemur sjálvsagt at greiða frá um veður og vind, har útgangsstøðið verður tikið í økjunum norðanfyri, í Hvannaunds kommunu. Eisini fer hann at greiða frá um veðurstovu Føroya, hvat teirra uppgáva er o.s.fr.


Hanus Kjølbro er veðurfrøðingur og skipsførari. Hann hevur starvast í 25 ár sum sjómansskúlalærari og arbeiðir nú á veðurstovu Føroya. Hanus hevur hollan kunnleika um veðurviðurskiftini í Føroyum.

 

Verið hjartaliga vælkomin!

 

Við vón um góða undirtøku

Trivnaðarnevndin

 

 

Seinastu tíðindi

IRF - Kunning
14. okt 2026
Starvslýsing - frítíðar­skúlin
02. okt 2026
Skrivstovan er stongd eina løtu í dag.
30. sep 2026
Tíðindaskriv um íverksetaraskeið frá Visit North
30. sep 2026
Bygda­ráð­sfundur 30.09.2026
28. sep 2026
Kunningarfundur fyri tilflytarar á Miðnámi á Kambsdali
22. sep 2026
Leysir hundar
19. sep 2026
Kunning Hvannasunds havn - Asfaltering norðafyri byrgingina
18. sep 2026
Ruskplássið stongt leygdar­dagin 19.09.26
17. sep 2026
Kunngerð frá útskiftingar­nevnd­ini fyri Norð­toftahaga
17. sep 2026