Starvslýsing - leiðari til Barnahúsið Imba

04. feb 2026

Hvannasunds kommuna søkir eftir leiðara til dagstovnin Imba at byrja 1. mars ella eftir nærri avtalu.

Leiðarin í Imba er leiðari fyri vøggustovu-, barnagarðsvirksemi og skúlabólki. Pláss er fyri 60 børnum. Dentur verður lagdur á, at dagstovnaleiðarin er viðurkennandi í samskifti við bæði børn og vaksin. Virðisgrundarlagið á stovninum verður í næstum endurskoðað í samráð við komandi leiðara, við atliti fyri týdninginum av námsfrøðiliga arbeiðnum í einum bygdasamfelagið.

Vit ímynda okkum ein leiðara við sterkum leiðslusamleika og við hugsjónum í mun til námsfrøðiliga arbeiðið. Ein leiðara, ið vil virka fyri einum høgum fakligum støði, har námsfrøðin er í miðdeplinum. Somuleiðis ynskja vit ein leiðara, ið ynskir menning í egnum starvi, fyri starvsfólki, fyri námsfrøðiligu tænastuni –  og sum vil støðugt endurskoðað og menna námsfrøðiligar mannagongdir á stovninum. Leiðarastarvið er tí ein samantvinnan av sjálvstøðugleika og samstarvi, har tú bæði fært avbjóðingar og menningarførleikar.

Um starvið

Sum dagstovnaleiðari kemur tú at arbeiða í einum tøttum samstarvi við varaleiðaran á staðnum, umframt umsiting og borgarstjóra í Hvannasunds kommunu.

Í starvinum krevst at tú:

  •  hevur leiðsluábyrgd av starvsfólkunum á dagstovninum

  •  hevur fíggjarligu og námsfrøðiligu ábyrgdina á dagstovninum
     
  •  hevur ábyrgd av starvsfólkamenning

  •  hevur ábyrgd av at tryggja, at dagstovnavirksemið verður útint í samsvar við lógarverk, ásetingar og mál

  •  hevur yvirskipaða ábyrgd av foreldrasamstarvinum

  •  hevur yvirskipaða ábyrgd av innanhýsis og uttanhýsis tvørfakliga samstarvinum

  •  støðugt arbeiðir við at betra arbeiðsumhvørvið á stovninum

 

Førleikakrøv

Starvið krevur, at tú:

  • hevur útbúgving sum námsfrøðingur

  • hevur leiðsluførleikar og ein sterkan leiðslusamleika

  • hevur góðar námsfrøðiligar førleikar og megnar at sparra við starvsfólk, bæði í mun til tað einstaka barnið og tann samlaða bólkin

  • dugir væl at raðfesta, samskipa, leiða og kveikja fyri at fáa mest møguligt burturúr tilfeinginum á stovninum

  • dugir væl at samskifta á føroyskum á skrift og í talu

  • kanst virka í góðum samstarvi við børn, starvsfelagar, foreldur og kommunu

  • hevur telduførleikar á brúkarastøði

Lønar- og setanartreytir

Talan er um fulltíðarstarv, sum verður sett frá 1. mars 2026 ella eftir nærri avtalu. Løn eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Sambært §4 í barnaváttanarlógini hevur Hvannasunds kommuna skyldu til at fáa eina barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Umsókn

Umsóknir við avriti av prógvi, møguligun ummæli og CV skulu vera kommunuskrivstovuni í hendi seinasta lagið 18. februar 2026. Umsóknir skulu sendast til hvannasund@hvannasund.fo 

Kommunan tilskilar sær rætt til at lýsa starvið av nýggjum, um ikki nóg nógvir ella skikkaðir umsøkjarar eru til starvið.

Nærri kunning

Meira fast at vita um starvið við at venda sær til kommunuskrivstovuna hjá Hvannasunds kommunu á tlf. 452007 ella við telduposti hvannasund@hvannasund.fo 

Seinastu tíðindi

Starvslýsing - leiðari til Barnahúsið Imba
04. feb 2026
Kommunuskrivstovan er stongd fyrrapart 29.01.26
28. jan 2026
Starvslýsing - Barnahúsið Imba
23. jan 2026
Kunngerð til útskiftingarfund í Depil fyri Norðan 26. jan. 2026
20. jan 2026
Kunning - Ruskplássið broyttar upplatingartíðir.
20. jan 2026
Kunning - kavarudding
07. jan 2026
Starvslýsing - Barnahúsið Imba
05. jan 2026
Nýggj kunning - fýrverkið verður skotið kl. 21:00 í kvøld 30.des
30. des 2025
Kunning frá IRF - Jól og nýggjár: Broytingar í innsavningini
19. des 2025
Fíggjarætlan 2026
19. des 2025