Fíggjarætlan 2026

19. des 2025

Í sambandi við fíggjarætlanina fyri 2026 hevur bygdaráðið raðfest menning innan frítíðarvirksemi umframt ymsar dagføringar.

Á bygdaráðsfundi 19. november varð fíggjarætlanin fyri 2026 samtykt. Inntøkurnar eru mettar til 28.994.000 kr. og rakstrarútreiðslurnar eru mettar til 27.238.000 kr. – íroknað stuðulsjáttanir, sum millum annað fevnir eitt nýtt kappróðrarneyst.

Skattaprosentið á 19,75% er óbroytt, meðan barnafrádráttuurin er hækkaður frá 7.000 kr til 8.000 kr. Rentustuðul og renta av láni eru mett til 546.000 kr., og við hesum er avlopið áðrenn íløgur og stuðulsjáttanir 3.336.000 kr.

Íløgukarmurin er 2.134.000, sum gevur eitt hall á 924.000 kr., sum verður fíggjað við tøkum peningi.

Tað verður framvegis einki barnaansingargjald í 2026 í Hvannasunds kommunu.  

 

Seinastu tíðindi

IRF - Kunning
14. okt 2026
Starvslýsing - frítíðar­skúlin
02. okt 2026
Skrivstovan er stongd eina løtu í dag.
30. sep 2026
Tíðindaskriv um íverksetaraskeið frá Visit North
30. sep 2026
Bygda­ráð­sfundur 30.09.2026
28. sep 2026
Kunningarfundur fyri tilflytarar á Miðnámi á Kambsdali
22. sep 2026
Leysir hundar
19. sep 2026
Kunning Hvannasunds havn - Asfaltering norðafyri byrgingina
18. sep 2026
Ruskplássið stongt leygdar­dagin 19.09.26
17. sep 2026
Kunngerð frá útskiftingar­nevnd­ini fyri Norð­toftahaga
17. sep 2026