Ferðavinnuætlan fyri Hvannasunds kommunu til almenna hoyring

26. jun 2026

Ferðavinnuætlanin fyri Hvannasunds kommunu liggur til almenna hoyring frá á miðdegi í dag, 26. juni, og 14 dagar fram.

Tað er Landsstýrið, sum hevur álagt øllum kommunum at gera eina ferðavinnuætlan. Allar kommunurnar í Norðoygjum, undantikið Fugloyar kommuna, hava valt at samstarva um ferðavinnuætlanirnar og hava givið Visit North ábyrgdina av at samskipa arbeiðið og bera ferðavinnuætlanirnar á mál.

Ferðavinnuætlanin er ein liður í at menna ferðavinnuna í Norðoyggjum á ein skipaðan, burðardyggan og virðisskapandi hátt. Í ætlanini verður greitt frá verandi støðu, møguleikum og avbjóðingum, samstundis sum mál og átøk fyri komandi árini eru ásett. 

Áðrenn ætlanin verður send Landsstýrinum til góðkenningar, ynskir kommunan at geva øllum áhugaðum møguleika at lesa ætlanina og koma við viðmerkingum. 

Ferðavinnuætlanin er býtt upp í fylgjandi partar: 

  • Strategisk menning og felags karmar um ferðavinnuna í Norðoyggjum 
  • Hvannasunds kommuna

Ferðavinnuætlanin kann lesast her: Ferðavinnuætlan fyri Hvannasunds kommunu
Viðmerkingar skulu sendast til info@klaksvik.fo. Minst til at viðmerkja “Ferðavinnuætlan” í teldupostin.

Øll innkomin hoyringssvar verða viðgjørd, áðrenn ætlanin verður send Landsstýrinum til góðkenningar.

Seinastu tíðindi

Broyting í innsavning - IRF
24. jul 2026
Vatn - lítið trýst á vatninum
15. jul 2026
Arbeiðið er nú liðugt - Óstøðugt vatn frá Sundsvegi 47 og suðureftir
15. jul 2026
Tað er aftur gjøgnumkoyr­andi eftir Oyravegi í Norðdepli
14. jul 2026
Kommunuskrivstovan er farin í summarfrí
14. jul 2026
Ongin gjøgnumkoyring eftir Oyravegi í Norðdepli
14. jul 2026
Gøtan í Norðdepli tikin í nýtslu
08. jul 2026
Nýggjur brandbilur
03. jul 2026
Endur­lýsing - Starv í Skúlanum á Fossánesi skúlaárið 2026/­27
01. jul 2026
Ferða­vinnu­ætlan fyri Hvannasunds kommunu til almenna hoyring
26. jun 2026