Røða hjá Steffan Klein Poulsen

06. des 2023

Í samband við at jólatrøini í Hvannasunds kommunu blivu tendrað tann 05.12.23, helt Steffan Klein Poulsen hesa røðu:

Tá ið eg bleiv uppringdur av skrivaranum í kommununi, vísti hon á, at røðan skuldi haldast her á Torginum í Norðdepli. Tá skoytti hon uppí: “men tað passar jú væl, tú ert jú Norðdepilsmaður”. Eg tók tað sum eitt lítið prik, tí eg føli meg sum ein Hvannasundsmann, men hinvegin, so legði eg ikki so nógv í tað.

Hetta fekk meg so at hugsa um eitt prát, eg hevði við ein pensjónist her norðuri. Viðkomandi fortaldi mær um hansara ungdóms ár. Hetta var áðrenn byrgingin bleiv gjørd tvørtur um okkara vakra sund. Tað var ikki meir enn hann kendi sínar javnaldrar hinumegin sundið. Hetta komst av at ungdómarnir hvør sínum megin sundið, vóru øðiliga partískir. Ja, so mikið partískir, at um hann ætlaði sær at síggja grannabygdina hinumegin sundið, so bleiv tað gjørt í myrki fyri ikki at verða uppdagaður.

Nú, fleiri áratíggju seinni, er støðan ein heilt onnur. Fyri 48 árum síðani bleiv okkara kærkomna byrging gjørd. Hon hevur knýtt okkum nógv tættari at hvørjum øðrum. Børnini fara ikki longur við báti at sneyta í grannabygdini. Nei, í dag spæla tey saman við allar sínar bygdafelagar, tað sama um tey koma úr Norðdepli ella Hvannasundi.

Skúlin á Fossánesi, sum fylti 40 ár herfyri, hevur havt ein stóran leiklut í hesum. Nýggi skúlin hevur samansjóðað ungdómin í øllum bygdunum í Tronganum, sum er blivið okkara felagsheiti við tíðini. Tá blivu fleiri tøtt bond knýtt tvørtur um sundið.
Hetta fær meg at hugsa um sálma 133 í Bíbliuni:

Songur. Á hátíðarferðunum. Eftir Dávid. Hyggið, hvussu gott og lívsælt tað er, at brøður búgva í einleika! Tað er sum hin góða oljan á høvdinum, ið rennur niður í skeggið, skegg Árons, sum rennur niður á faldin á klæðum hansara, sum døgg Hermons, ið fellur niður á Zionsfjøll. Tí har hevur HARRIN sett signingina, lív til ævigar tíðir.

“Trongin” kennist veruliga sum ein bygd í dag – sum eitt bygdarsamfelag. Tað eiga vit ikki at taka fyri givið. Hendan einleikan og hetta samanhaldið skulu vit síggja stórt í. Kalla meg Hvannasundsmann. Kalla meg Norðdepilsmann. Eg elski at búgva orðuri í Tronganum. “Norðuri í dýrdini” sum ein vinmaður plagar at taka til.

Tað var ein dagur tá ið sundið koyrdi ungdómarnar í tveir partar. Í dag eru vit øll knýtt saman við byrgingini. Knýtt saman gerandisliga og harvið eisini relatiónelt.

Latið tí okkara byrging vera ein áminning og eitt sterkt symbol um at friður og einleiki er vegurin fram. Serliga í hesum tíðum, har vit síggja nógv split og hatur millum menniskju kring allan heimin.
-
Nú standa vit so her við jólatræið, sum verður tendrað hvørja løtu. Og tit børn, hvat er tað sum manglar undir jólatrænum? Gávurnar sjálvandi!

Og vita tit hvat? Tað er faktiskt ein gáva í gerð til okkum, sum búgva fyri norðan fjall. Ein gáva, sum vit øll hava ynskt okkum og rópt um í nógv ár. Hetta eru nýggju tunlarnir norður um fjall, sum eftir ætlan verða klárir í desember næsta ár. Hetta verða tey síðstu jólini vit koma at feira við gomlum tunlum og irriterandi jólapyntið, sum lýsir alt árið – altso ljóskurvarnar.

Teir gomlu tunlarnir, sum komu í 60’inum, vóru lýstir sum ein sonn kollvelting fyri økið eystan Múla. Teir hava tænt okkum væl, men teir hava eisini tænt fyri seg. Nýggju tunlarnir fara at gera gerandisdagin munandi lættari fyri okkum, sum búgva og arbeiða eystan Múla. Og hvør veit, um fleiri fólk ikki fara at leita sær norður í okkara hugnaliga Tronga.
-
Tað er tó ein gáva, sum hevur nógv størri týdning fyri okkum menniskju, enn tunlar, PlayStation, squishmallow bamsir ella hvat vit nú ynskja okkum til jóla. Hana fari eg at koma aftur til.

Jólahøgtíðin er ein tíð har familja og vinir samlast. Ein tíð har vit eta góðan mat og hugna okkum. Ein tíð har vit ynskja at alt skal vera perfekt, men har veruleikin oftani er ein annar.

Fyri summi kunnu jólini vera ein trupul tíð, har sálarlig ella likamlig pína køvir hugnan burtur. Fyri onnur kunnu fíggjarligu umstøðurnar elva til ørkymlan, nú tað skal gerast klárt til jóla.

Tað eru eisini nøkur, sum hava ein tóman stól við døgurðaborðið, sum ikki skuldi staðið tómur. Hetta tí lívstráðurin hjá einum av teimum nærmastu bleiv kvettur av alt ov tíðliga. Ein slík tilvera elvir til nógva pínu, stóran sakn og eitt ótal av spurningum. Spurningar sum vit ikki altíð fáa svar uppá her á fold.

Tá kann eg ikki lata vera við at hugsa um Job úr Bíbliuni. Maðurin sum upplivdi eina líðing sum fáur kemur at uppliva. Í líðingini byrjar Job at ákæra Gud, men hann endar á knøunum í eyðmjúkleika framman fyri Gudi.

Job mátti viðurkenna at hansara vinkul uppá tilveruna var ov smalur. Tað er Gud sum sær hvørja detalju í Sínum skaparaverkið og Gud skal fyrihalda seg til tær allar í senn. Job setti aftur sítt álit á Gud hóast ósvaraðar spurningar um sína líðing.

Tað er hesin sami Gud, sum hevur givið okkum tað allarbestu jólagávuna. Gávan er Jesus Kristus. Gávan er Immanuel - Gud við okkum. Gud við okkum í gleðini. Gud við okkum í sorgini. Gud við okkum í viðgongdini og í trongdini. Ja Gud við okkum í Tronganum. Ja Guds egni Sonur kom inn í hendan heim, sum eitt pinkubarn. Seinni gav Jesus seg sjálvan fyri øll menniskju í heiminum. Eisini okkum sum búgva í Tronganum. Jesus er orsøkin til at vit halda jól.

Eg fari at lesa nøkur vers úr Filippibrævinum (kap. 2, versini 6-11), sum lýsa hvønn prís Jesus betaldi fyri okkum:
Táið Hann (Jesus) var eins og Gud, roknaði Hann tað ikki fyri rán at vera javnlíki Guds; nei, av Sær sjálvum segðist Hann undan tí, gjørdi Seg eins og tænara og varð menniskjum líkur. Og táið Hann var stigin fram sum menniskja, setti Hann Seg sjálvan lágt, so Hann varð lýðin til deyðan, ja, krossdeyðan. Tí hevur Gud eisini sett Hann ógvuliga høgt og givið Honum navnið, sum yvir øllum nøvnum er, fyri at í navni Jesusar hvørt knæ skal boyggja seg, teirra, sum í Himli eru, teirra, sum á jørðini eru, og teirra, sum undir jørðini eru, og hvør tunga skal játta, at Jesus Kristus er Harri, Gudi Faðir til dýrd.

Á jólum, fyri meira enn 2000 árum síðani, bleiv Jesus, kongasonurin, Guds sonur, reivaður í eina krubbu. Spurningurin er, um vit velja at taka ímóti hesari gávuni – tað er frelsan í Jesusi – og at játta Jesus sum Harra í okkara lívi.

Í dag situr Jesus við høgru hond Guds faðirs, sum er kongur konganna. Tað er í Guds kongadømi at vit finna troyst. Tað er hjá Jesusi at vit finna frið í okkara óperfektu tilveru og í okkara ósvaraðu spurningum. Tey góðu jólini verða brúkt saman við Jesusi. Tey góðu jólini eru tá vit royna at vera sum Jesus fyri okkara næsta.

Eg fari at við hesum, at ynskja øllum í Norðdepli, Hvannasundi, Depli og Norðtoftum, tykkum sum hava heimstað í Tronganum og tykkum sum eru komin at vitja í Tronganum, eini gleðilig jól.

Takk fyri at tit lýddu á
 
- Steffan Klein Poulsen

Seinastu tíðindi

Kommunuskrivstovan er farin í summarfrí
12. jul 2024
Barnahúsið IMBA søkir eftir námsfrøðingum ella hjálpar­fólki
09. jul 2024
Ruskplássið opið aftur
05. jul 2024
Karolina Ejlersdóttir Sørensen leiðari í frítíðarskúla­num á Fossánesi
02. jul 2024
Ruskplássið stongt í eina viku
25. jun 2024
Hava skrivað undir sáttmála um liðugtgerð av vegnum Undir Gerðhamri
24. jun 2024
Skráseting av oljutangum
14. jun 2024
Ung í arbeiði 2024
10. jun 2024
Ruskinn­savningin byrjar aftur
10. jun 2024
Útivikan 2024
08. jun 2024