Kunngerð - Fólkatingsval 2026

09. mar 2026

Hervið verður kunngjørt, at atkvøðugreiðslan til fólkatingsvalið týsdagin 24. mars 2026 í Hvannasunds kommunu fer fram í skúlanum á Fossánesi frá kl. 09.00 til kl. 20.00, ella so leingi veljarar møta uttan steðg.

Brævatkvøður:

Sjófólk og onnur, sum ikki rokna við at vera heima valdagin, og veljarar, sum eru burturstaddir uttanlands, kunnu greiða brævatkvøðu í seinasta lagi leygardagin 21. mars 2026.

Brævatkvøður skulu vera valstýrinum, har veljarin stendur á vallista, í hendi innan valið byrjar kl. 09.00 tann 24. mars 2026.

Heimaval:

Veljarar, ið vegna sjúku ella vantanti førleika ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu velja heima í seinasta lagi leygardagin 21. mars 2026, við at venda sær til kommunuskrivstovuna á tlf. nr. 452007 ella 735899 í seinasta lagi 19. mars 2026, kl. 14.00.

Kommunuskrivstovan hevur opið mánadag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til kl. 14.00

Valkort:

Valkort skulu nýtast til valavgreiðsluna, og verða tey send út við postinum til allar veljarar, ið standa á vallistanum. Um onkur, sum heldur seg hava atkvøðurætt, ikki hevur fingið valkort, ella okkurt annað er komið skeivt fyri, skal verða sagt kommunuskrivstovuni frá sum skjótast.

Minnist til at hava valkortið við á val.

 

Valnevndin fyri Hvannasunds kommunu, 09. mars 2026.

Súsanna K. Christiansen, forkvinna

 

Seinastu tíðindi

Vaskifólk til kommunuskriv­stovuna
17. aug 2026
Skúla­bussu­rin 2026/­27
12. aug 2026
Broyting í innsavning - IRF
24. jul 2026
Vatn - lítið trýst á vatninum
15. jul 2026
Arbeiðið er nú liðugt - Óstøðugt vatn frá Sundsvegi 47 og suðureftir
15. jul 2026
Tað er aftur gjøgnumkoyr­andi eftir Oyravegi í Norðdepli
14. jul 2026
Kommunuskrivstovan er farin í summarfrí
14. jul 2026
Ongin gjøgnumkoyring eftir Oyravegi í Norðdepli
14. jul 2026
Gøtan í Norðdepli tikin í nýtslu
08. jul 2026
Nýggjur brandbilur
03. jul 2026