Starvslýsing - Barnahúsið Imba

09. mar 2026

Ert tú okkara nýggi starvsfelagi? Vit leita eftir fýra námsfrøðingum, námsfrøðiligum atstøðingum ella hjálparfólkum til barnagarðsstovu í Barnahúsinum Imba, á 20, 25, 25 og 30 tímar um vikuna, starvsbyrjanin er 30.03.2026 ella skjótast gjørligt.

Um barnahúsið Imba

Imba er ein kommunalur dagstovnur, ið lat upp í 2012, staðsettur í Norðdepli, í náttúruvøkrum umhvørvi, í Hvannasunds kommunu, beint millum haga og fjøru.

Upplatingartíðin á stovninum er frá 7:30 – 16:30.

Í Imba ynskja vit starvsfólk, ið eru jalig, opin, erlig, virkin og fyrikomandi –  og vilja virka fyri einum høgum fakligum støði, har náttúran eisini verður nýtt sum ein týðandi partur. Tí er tað samstundis altavgerandi at tú sært fyrimunir framum vansar, og hevur tokka til útilív. Og megnar at seta teg inn í tørvin hjá einstaka barninum.

Í okkara arbeiði leggja vit stóran dent á viðurkennandi námsfrøði og nýta Betri Vinir sum arbeiðsamboð.


Barnahúsið Imba skal vera eitt mennandi, trygt og gott stað at vera.

Tí vænta vit at tú ert:

  • Sjónlig/ur, jalig/ur, virkin – og megnar at seta teg inní tørvin hjá einstaka barninum

  • Ert álítandi, nærverandi og hevur nærlagni

  • Hevur góð samstarvs- og samskiftisevni og megnar at virka fyri góðum samstarvi við foreldur, børn og starvsfelagar

  • Ert ágrýtin og hevur evni til at skapa ein fjølbroyttan, mennandi, innihaldsríkan og tryggan gerandisdag fyri einstaka barnið

  • Samskipa virksemi á stovuni

  • Ert sjálvstøðug/ur, álítandi og hevur yvirlit

  • Hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovinum

  • Tekur ábyrgd og møtir væl upp

  • Sært møguleikar framum forðingar

Vit bjóða tær:

  • Ein spennandi stovn, ið er í menning

  • Fakligar og persónligar avbjóðingar

  • Ein jaligan, góðan og vælvirkandi starvsfólkahóp

  • Ein stovn ið arbeiðir við Betri vinum

  • Eitt gott arbeiðsumhvørvið

  • Ein ráðleggingardag um árið, har stovnurin hevur stongt, har arbeitt verður við ymiskum námsfrøðiligum evnum, trivnaðarfremjandi átøkum og har vit tilogna okkum vitan innan fjølbroytt evni, og menna okkum fakliga og persónliga.

  • Ein stovn við góðum innandura og uttandura økið

Setanarviðurskifti:

Talan er um fýra størv í barnagarðsstovum, á 20, 25, 25 og 30 tímar um vikuna, at byrja skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu. Møguleiki er fyri at hækka tímatali á tí eina 25 starvinum, til áleið 30 tímar um vikuna.

Eisini hava vit tørv á vikarum at byrja beinavegin. Um hetta hevur tín áhuga ert tú vælkomin at seta samband við leiðaran.

Løn og seturnarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag.

Um so er, at námsfrøðingur ikki søkir, kann atstøðingur ella hjálparfólk verða sett í eitt tíðaravmarkað starv.

Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at ringja til Karolinu Ejlersdóttir Sørensen, stovnsleiðara á tlf 735896.
Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.

Umsókn saman við prógvi og møguligum viðmælum skulu sendast til teldupost: barn@hvannasund.fo og vera stovninum í hendi seinast mánadagin 23.03.2026 kl 12:00

Vit gleða okkum at frætta frá tær.

Seinastu tíðindi

Starvslýsing - Barnahúsið Imba
09. mar 2026
Kunngerð - Løgtingsval 2026
09. mar 2026
Kunngerð - Fólka­tingsval 2026
09. mar 2026
Kunning frá IRF - Broyting í innsavning Norð­toftir, Depil, Norðdepil og Hvannasund
25. feb 2026
Skráseting av oljutangum
24. feb 2026
Endur­lýsing - leiðari til Barnahúsið Imba
23. feb 2026
Kom og sig tína hugsan um ferðavinnu í Norð­oyggjum
18. feb 2026
Útskifting - Depil fyri norðan
02. feb 2026
Kommunuskrivstovan er stongd fyrrapart 29.01.26
28. jan 2026
Starvslýsing - Barnahúsið Imba
23. jan 2026