Kunngerð - Løgtingsval 2026

09. mar 2026

Hervið verður gjørt kunnugt, at atkvøðugreiðslan til løgtingsvalið hósdagin 26. mars 2026 í Hvannasunds kommunu fer fram í skúlanum á Fossánesi frá kl. 10.00 til kl. 20.00, ella so leingi veljarar møta uttan steðg.

Brævatkvøður:

Veljarar, ið sambært vallógini lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu í seinasta lagi dagin fyri valið, tann 25. mars 2026 greiða brævatkvøðu við at venda sær til kommunuskrivstovuna tlf. 452007 ella á tlf. 735899

Brævatkvøður skulu verða valstýrinum í hendi innan valið byrjar kl. 10.00, tann 26. mars 2026.

Heimaval:

Veljarar, ið vegna sjúku ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu velja heima, í fyrsta lagi hósdagin 19. mars 2026 og í seinasta lagi mikudagin 25. mars 2026 við at venda sær til kommunuskrivstovuna, tlf. 452007 ella á tlf. 735899.

Kommunuskrivstovan hevur opið mánadag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til kl. 14.00.

Valkort:

Valkort skulu nýtast til valavgreiðsluna, og verða tey send út við postinum til allar veljarar, ið standa á vallistanum. Um onkur, sum heldur seg hava atkvøðurætt, ikki hevur fingið valkort, ella okkurt annað er komið skeivt fyri, skal verða sagt kommunuskrivstovuni frá sum skjótast.

Minnist til at hava valkortið við á val.

 

Valnevndin fyri Hvannasunds kommunu, 09. mars 2026.

Súsanna K. Christiansen, forkvinna

 

Seinastu tíðindi

IRF - Kunning
14. okt 2026
Starvslýsing - frítíðar­skúlin
02. okt 2026
Skrivstovan er stongd eina løtu í dag.
30. sep 2026
Tíðindaskriv um íverksetaraskeið frá Visit North
30. sep 2026
Bygda­ráð­sfundur 30.09.2026
28. sep 2026
Kunningarfundur fyri tilflytarar á Miðnámi á Kambsdali
22. sep 2026
Leysir hundar
19. sep 2026
Kunning Hvannasunds havn - Asfaltering norðafyri byrgingina
18. sep 2026
Ruskplássið stongt leygdar­dagin 19.09.26
17. sep 2026
Kunngerð frá útskiftingar­nevnd­ini fyri Norð­toftahaga
17. sep 2026